Vit hava økt virksemið á fleiri byggiplássum runt landið, og søkja vit tí eftir lærlingum at byrja skjótast gjørligt.
Vit bjóða spennandi og fjølbroyttar uppgávur innan bygging og byggivirksemið.
Dentur verður lagdur á trygd og trivnað millum starvsfólkini, samstundis sum vit útinna eitt vælgjørt arbeiðið.
Sum lærlingur fært tú eina stuttliga og gevandi lærutíð, góða útbúgving, umframt vitan, sum kann brúkast alt lívið.
Útbúgvingin sum húsasmiður er eisini ein góð byrjan uppá starvsleiðina hjá tær, sum ynskir at útbúgva teg víðari til byggi- ella verkfrøðing.
Lærutíðin er 4 ár við skúlagongd á Glasir í Tórshavn ella á Tekniska skúla í Klaksvík
Krøv og væntanir til umsøkjaran:
- Tú ert nærlagd/ur og leggur æru í at útinna gott handverk
- Tú ert hugagóður, ágrýtin og jalig/ur í arbeiðnum
- Tú hevur góð samstarvsevnir
- Tú ert fleksibul í gerandisdegnum við skiftandi arbeiðsuppgávum
- Koyrikort er ein fyrimunur men ikki ein treyt
Løn sbrt. sáttmála við avvarandi yrkisfelag ella eftir nærri avtalu.
Vilt tú vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Tonny Kruse á tel. 289564, senda okkum eini boð umvegis facebooksíðuna ella senda ein teldupost á tk@bud.fo
Søk starvið umvegis heimasíðuna Søk starv – Búð ella við at senda ein teldupost á tk@bud.fo
“Búð Sp/f er byggivirkið við áralongum royndum innan bygging og byggivirksemið – stórt sum smátt. Vit leggja okkum eftir at vera álítandi í okkara arbeiðið og veita eina dygdargóða tænastu.“