Enn ein íbúðarverkætlan á Eiði
Búð Sp/f hevur seinastu tíðina arbeitt við enn eini íbúðarverkætlan á Eiði. Talan er um sjey eigaraíbúðir, sum verða áleið 95 m² hvør. Íbúðirnar verða staðsettar við endan á Gerðisvegi á Eiði, við framúr góðum útsýni vestur í hav og suður gjøgnum sundalagið. Íbúðirnar verða innrættaðar við duri, tveimum kømrum, vesi, vaski-/grovkøki og stovu og […]









