Vit hava økt virksemið á fleiri byggiplássum runt landið, og søkja vit tí eftir húsasmiðum, bygningssnikkarum ella arbeiðsfólkið at byrja skjótast gjørligt.
Vit bjóða spennandi og fjølbroyttar uppgávur innan bygging og byggivirksemið.
Dentur verður lagdur á trygd og trivnað millum starvsfólkini, samstundis sum vit útinna eitt vælgjørt arbeiðið.
Krøv og væntanir til umsøkjaran:
- Tú hevur viðkomandi útbúgving og- ella royndir innan handverk
- Tú ert nærlagd/ur og leggur æru í at útinna gott handverk
- Tú ert ágrýtin og jalig/ur í arbeiðnum
- Tú hevur góð samstarvsevnir
- Tú ert fleksibul í gerandisdegnum við skiftandi arbeiðsuppgávum
Løn sbrt. sáttmála við avvarandi yrkisfelag ella eftir nærri avtalu.
Vilt tú vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Tonny Kruse á tel. 289564, senda okkum eini boð umvegis facebooksíðuna ella senda ein teldupost á tk@bud.fo
Søk starvið umvegis heimasíðuna Søk starv – Búð ella við at senda ein teldupost á tk@bud.fo
“Búð Sp/f er byggivirkið við áralongum royndum innan bygging og byggivirksemið – stórt sum smátt. Vit leggja okkum eftir at vera álítandi í okkara arbeiðið og veita eina dygdargóða tænastu.“