Tænastur

Búð Sp/f veitir eitt breitt úrval av tænastum innan bygging, sum m.a. fevna um tekning og projektering, nýbygging, elementbyggjarí, umvælingar, virkisbygningar og betongarbeiði

Við okkara drúgvu royndum, dugnaligu starvsfólkum, samstarvsfelagum og framkomnu útgerð tryggja
vit, at allar uppgávur verða væl úr hondum greiddar og í samsvari við galdandi
reglugerðir.

Tekning og Projektering

Vit hava egna teknistovu, sum veitir byggifrøðiliga ráðgeving og kann taka sær av tekning og projektering av øllum byggiuppgávum. Við okkara teknisku vitan og framkomnu útgerð tryggja vit, at allar byggiuppgávur verða loystar í hægstu góðsku og í samsvari við galdandi reglugerðir. Umframt vanliga ráðgeving kunnu vit eisini umsita byggiloyvir og taka okkum av øllum samskifti við byggimyndugleikar og aðrar viðkomandi partar .

Nýbygging

Vit byggja sethús, bilhús, raðhús og íbúðir. Hjá flestum er tað ein lívsíløga at byggja sær heim, og tí leggja vit stóran dent á, at tilgongdin saman við kundanum er trygg og at úrslitið er dygdargott. Vit kunnu átaka okkum alt arbeiðið sum høvuðsarbeiðstakari og hava ábyrgd av allari byggitilgongdini, ella virka sum undirarbeiðstakari. Hvør uppgáva er serstøk, og um kundin frammanundan hevur tekningar, ráðgeva vit fegin um konstruktivar og haldgóðar loysnir.

Elementbygging

Vit hava egna framleiðsluhøll og hava í nógv ár framleitt timburelementir. Elementbygging er ein tryggur og effektivur byggiháttur við nógvum fyrimunum. Ein týðandi fyrimunur við at byggja við elementum er, at framleiðslan fer fram undir tryggum og turrum viðurskiftum innandura. Hetta minkar um vandan fyri veðurtreytaðum seinkingum og tryggjar eina støðuga og høga góðsku. Við elementum er samlaða byggitíðin vanliga munandi styttri enn við siðbundnari bygging.

Umvælingar og umbyggingar

Vit taka okkum av bæði smærri og størri umvælingum og dagføringum – alt frá vanligum viðlíkahaldi til umbyggingar. Tá talan er um umvælingar, umfatar tað ofta meira enn tað, sum eygað sær. Tí er tað umráðandi at tryggja, at allar óvissur verða avdúkaðar áðrenn arbeiðið byrjar. Endamálið er altíð at skapa eina góða og varandi loysn, sum styrkir verandi bygning bæði tekniskt og funktiónelt. Skalt tú skifta tekju, vindeygu ella klædning, eru vit altíð til reiðar at veita góða ráðgeving.

Virkisbygningar

Vit hava drúgvar royndir við at projektera og byggja hallir og aðrar virkisbygningar. Tá talan er um virkisbygningar, leggja vit dent á, at bygningurin skal vera virkisførur, haldførur og tillagaður rakstrinum hjá brúkaranum. Vanligi byggihátturin til hallir og virkisbygningar er við betongplátum ella fundamentum sum berandi element, serframleiddum stálsperrum ella bogum, og bjálvaðum sandwichelementum.

Betongarbeiðið

Vit taka okkum av øllum innan betongarbeiði – bæði sum sjálvstøðugar uppgávur og sum part av størri verkætlanum. Betongarbeiðið fevnir breitt og kann m.a. umfata fundamentir, húsagrundir, lendisgólv, stuðlaveggir, garðar og tún. Umframt staðstoypt betong hava vit eisini drúgvar royndir við at seta upp betongelementir og leggja dekkelementir. Við betongelementum er samlaða byggitíðin vanliga munandi styttri enn við staðstoyptum betongi.