Starvslýsing – Húsasmiðir, bygningssnikkarir ella arbeiðsfólk

Vit hava økt virksemið á fleiri byggiplássum runt landið, og søkja vit tí eftir húsasmiðum, bygningssnikkarum ella arbeiðsfólkið at byrja skjótast gjørligt.

Vit bjóða spennandi og fjølbroyttar uppgávur innan bygging og byggivirksemið.

Dentur verður lagdur á trygd og trivnað millum starvsfólkini, samstundis sum vit útinna eitt vælgjørt arbeiðið.

Krøv og væntanir til umsøkjaran:

  • Tú hevur viðkomandi útbúgving og- ella royndir innan handverk
  • Tú ert nærlagd/ur og leggur æru í at útinna gott handverk
  • Tú ert ágrýtin og jalig/ur í arbeiðnum
  • Tú hevur góð samstarvsevnir
  • Tú ert fleksibul í gerandisdegnum við skiftandi arbeiðsuppgávum

Løn sbrt. sáttmála við avvarandi yrkisfelag ella eftir nærri avtalu.

Vilt tú vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Tonny Kruse á tel. 289564, senda okkum eini boð umvegis facebooksíðuna ella senda ein teldupost á tk@bud.fo

Søk starvið umvegis heimasíðuna Søk starv – Búð ella við at senda ein teldupost á tk@bud.fo

Búð Sp/f er byggivirkið við áralongum royndum innan bygging og byggivirksemið – stórt sum smátt. Vit leggja okkum eftir at vera álítandi í okkara arbeiðið og veita eina dygdargóða tænastu.