Beint fyri jól skrivaðu Búð Sp/f og Eiðis kommuna undir sáttmála um bygging av nýggjum frítíðarskúla á Eiði.
Frítíðarskúlin fer at hava pláss til 60 børn. Bygningin er teknaður av Magnus Hansen í samstarvi við leiðslu og námsfrøðingar á økinum.
Arbeiði skal eftir ætlan byrja á vári 2026, og verður væntandi liðugt til skúlaársbyrjan í 2027.
Á myndini síggjast Anfinnur Kruse og Tonny Kruse fyri Búð Sp/f saman við Jógvani í Skorini og Tove Kruse Samuelsen fyri Eiðis kommunu.


