Íbúðarverkætlan í Streymnesi

Búð Sp/f hevur seinastu tíðina arbeitt við eini íbúðarverkætlan í Streymnesi.

Talan er um sjey eigaraíbúðir, sum hvør verður áleið 95 m².

Íbúðirnar verða staðsettar á Streymnesvegi, við útsýnið suður gjøgnum sundalagið.

Íbúðirnar verða innrættaðar við duri, tveimum kømrum, vesi, vaski-/grovkøki og stovu og køki í einum. Harumframt verður eitt úthús/hjallur.

Nýggju íbúðirnar verða líkar teimum vælumtóktu íbúðunum, sum Búð Sp/f lat byggja á Kolsvegi á Eiði í 2023.

Byggingin verður sett í gongd í næstum, og ætlanin er, at íbúðirnar verða lidnar og klárar at taka í nýstlu í fyrru helvt av 2027.

Um hetta hevur tín áhuga, ber til at fáa meira at vita um verkætlanina við at venda sær til Búð Sp/f á telefon +298 289 564 ella +298 213 564, ella við telduposti á bud@bud.fo.