Gerst partur av okkara toymið

Søk starv

Løn, ið samsvarar við útbúgving og/ella royndir.

Vit leggja altíð stóran dent á at skapa og viðlíkahalda eitt trygt, gott og sunt arbeiðsumhvørvi, har starvsfólk trívast og hava bestu fortreytirnar fyri at røkja sítt arbeiði á ein mennandi og burðardyggan hátt.

Í dagliga arbeiðnum verður dentur lagdur á, at okkara starvsfólk eru fakliga væl fyri og støðugt menna seg fakliga.

Vit raðfesta fjølbroytni, har ymiskleikin í uppgávum og førleikum ger arbeiðsdagin bæði spennandi og avbjóðandi.